Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag logo

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag jobs and careers

Denmark

About Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) er ein sjálvboðin og partapolitiskt óheftur føroyskur umhvørvisfelagskapur, sum upprunaliga varð stovnaður í 1980 í Roykstovuni í Kirkjubø. Orsøkin till stovnanina var, tí at SEV hevði ætlanir um at brúka Fjallavatn í Vágunum til streymframleiðslu. Her eydnaðist tíbetur at steðga ætlanini, men tíverri 13 ár seinni, var søgan ein onnur, tá orkuverk var gjørt við Eiðisvatni. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, bleiv FNU endurstovnað í 2014 av einum nýggjum ættarliði av umhvørvistum. FNU ásannar, at náttúra og umhvørvi eru grundarlagið undir allari vælferð, og at hetta í dag er undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Størsta avbjóðingin fyri okkara og komandi ættarlið verður tí at finna loysnir og leistir, sum í longdini kunnu tryggja bæði umhvørvið og vælferðina. Í lógunum fyri FNU stendur m.a.: at FNU skal í virksemi sínum: - Fylgja væl við í øllum spurningum um náttúru og umhvørvi og bera kunnleika um og almannakunngera upplýsingar hesum viðvíkjandi. - Vekja almanna hugsan í týdningarmiklum spurningum. - Ávirka myndugleikar og politikkarar, so at teir ikki bert skilja hin stóra týdningin, tað hevur at verja náttúru og umhvørvi, men eisini taka avleiðingarnar av tí og virka har eftir. - Fremja framtøkt virksemi í bygdum, býlingum, býum og sýslum.

Employees
1 to 10
Headquarters
Denmark

Leadership

The top of Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag's org chart, with how many people report into each leader.

BL

Birgith Lassen

Interim Secretary General

Jobs at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

No open positions right now. Explore more companies on TheJobsMap.